U21-landsliðið tapti seinasta dystin í undankappingini til EM 2017. Eysturríkarar vunnu 1-0 á Svangaskarði
Føroyska U21-landsliðið endaði við einum stigi í undankappingini til EM 2017. Hetta gjørdist greitt, eftir at seinasti dystur í kappingini varð spældur fríggjadagin, og úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til Eysturríki.

Einsamalla málið bleiv skorað beint fyri hálvleik. Málskjútti var Christian Schoissengeyer, sum til dagliga spælir fyri Sturm Graz í Eysturríki.

Sigurin var uppiborin, men kortini vóru okkara nær við at javna ímóti endanum, tá føroyska liðið legði stórt trýst á málið hjá gestunum. Men bólturin vildi ikki inn um málstrikuna, og so endaðu øll trý stigini í Eysturríki.

Støðan í bólkinum er tann, eftir at Føroyar og Aserbadjan hava spælt tíggju dystir, meðan hini londini hava spælt 9 dystir, at Týskland hevur 27 stig, Eysturríki hevur 22 stig, Finnland er nummar 3 við 13 stigum, Aserbadjan hevur 9 stig. Næstaftast er Russland við 8 stigum, og Føroyar endaðu við einum stigi.

MYNDIR