Eftir eina heldur trilvandi byrjan komu genturnar væl fyri seg í seinna hálvleiki í seinasta dystinum í EM undankappingini


U17 landsliðið við gentum endaði EM undankappingina í Ísrael við málleysum javnleiki móti Luksemburg. Mótstøðuliðið stóð fyri tí mesta í fyrra hálvleiki, men føroyska liðið stóð væl ímóti trýstinum og brúkti steðgin til at skipa seg betur til seinna hálvleik.

– Vit vóru ikki heilt har, sum vit skuldu vera frá byrjan í dag, men tá vit høvdu brúkt hálvleikin til at rætta nøkur ting, so komu vit munandi betri út í seinna hálvleik, sigur Pauli Poulsen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá FSF.

Hetta sást eisini væl aftur á vøllinum í seinna hálvleiki, har føroyska liðið av álvara hótti mótstøðuliðið og kom til fleiri góðar støður og stórar málmøguleikar. Eisini var onkur støða, sum við føroyskum brillum kundi givið brotsspark, men í so máta fingu genturnar onki forerað í dystinum í dag. Dysturin endaði málleysur og samanumtikið er landsliðsvenjarin væl nøgdur við føroyska avrikið í kappingini.

– Genturnar hava kýtt seg og avrikað væl í øllum dystunum, og í dag var tað samanumtikið sera gott at enda við einum javnleiki. Tað hava spælararnir veruliga uppiborið fyri tað harða arbeiðið, tær hava lagt í kappingina, sigur Pauli Poulsen at enda.

Niðanfyri sæst liðið, sum byrjaði dystin móti Luksemburg.

Aftast frá vinstru: Lisa Haraldsen, Astrid P. Mittfoss, Jórun Najma Patawary, Jancy Mohr, Katarina B. Mikkelsen og Anna Katrina Mikkelsen. Fremst frá vinstru: Sólja Ernstdóttir, Rakul Sørensen, Jonnhild á Sondum, Vár Johannesen og Fríða M. Jakobsen