Hóast tað gjørdist ein harður dystur og ein greiður skotskur sigur, so endaði kvinnulandsliðið við einum avriki, sum vit øll kunnu vera errin av


Styrkismunurin millum Føroyar og Skotland var sjónligur á Tórsvølli í kvøld. Gestirnir vóru spælstýrandi frá fyrsta bríksli, og álopini skolaðu inn móti føroyska málinum í mest sum allar 90 minuttir. Men við einum avbera góðum arbeiðsinnsatsi megnaði føroyska liðið at gera tað trupult hjá skotum at fáa hol á málskjótingina.

Fyrsta málið kom eftir 10 minuttir, men eftir hetta setti føroyska verjan – og ikki minst Óluva Allansdóttir Joensesn í málinum – propp fyri í meira enn ein hálvan tíma. Tað sá eisini leingi út til, at eittmálsleiðslan fór at halda sær heilt til hálvleiks, men síðstu minuttirnar fyri steðgin, gjørdu gestirnir bart og skoraðu heili trý skjót mál, soleiðis at liðini fóru til hálvleiks við støðuni 0-4.

Snøgt sagt sama leikgongd helt fram í seinna hálvleiki, har føroysku kvinnurnar bardust sum úlvur á skóg móti áhaldandi skotsku álopunum. Tvær ferðir afturat fór bólturin um málstrikuna, men eftir dystin er greitt, at okkara landsliðsleikarar kunnu vera ernar av sínum innsatsi í kvøld.

Tað var eisini ein errin liðskipari, sum eftir dystin tók samanum undankappingina.

– Vit hava flutt okkum rætta vegin, og vit byrja nú veruliga at síggja nógv av teimum tingunum, sum vit hava arbeitt hart fyri at betra seinastu árini. Vit kenna okkum betri skipaðar á vøllinum, og vit megna fyri stóran part at standa betri ímóti, men okkara mótstøðulið eru enn betri fyri enn vit. Tí ræður um at halda fram við hesum arbeiðnum hjá okkum, og vit fara avgjørt víðari nú við góðum treysti, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá FSF.

Næsta uppgávan hjá A-landsliðnum við kvinnum verður Baltic Cup í Estlandi í oktober.