UEFA hevur kunngjørt, at EM endaspælið fyri U17 gentur verður hildið í Føroyum í 2025


Fyrireikingarnar vóru í hæddini – bæði á og uttanfyri vøllin, tá EM endaspælið, sum skuldi vera í Føroyum í ár, varð avlýst orsakað av farsóttarstøðuni kring heimin. Tá avgerðin um avlýsingina varð tikin, varð somuleiðis gjørt greitt, at UEFA ynskti at geva Føroyum møguleikan fyri at hýsa kappingini aftur skjótast gjørligt. Og tað verður so í 2025. 

Talan er aftur um EM fyri U17 gentur, og talan verður sostatt um spælarar, sum eru føddar í 2008 og 2009; tað eru spælarar, sum í dag spæla í U13 deildini. 

Bosnia Herzegovina, Estland og Svøríki eru vertir fyri endaspælinum í ávíkavist 2022, 2023 og 2024.