Fyrsti gestur í FSF Varpinum í samband við Betri Deildina er Eli Hentze. Og hann hevur sítt boð uppá, hvørji lið koma at kappast um FM, og hvørji enda í botnstríðnum

Í FSF Varpinum hesaferð verður hugt at fyrsta umfari í Betri Deildini 2018, sum fer av bakkastokki sunnudagin 11. mars klokkan 15:00.

 

Gestur er Eli Hentze, og umframt at meta um teir fimm dystirnar í fyrsta umfari, hevur Eli eisini eitt boð uppá, hvørji lið koma at kappast um FM og Europa Cup plássini, og hvørji lið fara at stríðast um at varðveita plássi í deildini.

 

Betri Deildin hjá kvinnum byrjar eisini sunnudagin, og har verður spælt soleiðis: B36 – EBS/Skála, B68 – HB og ÍF/Víkingur – KÍ.