Lars Olsen hevur kunngjørt hópin til dystin ímóti Sveis, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin í komandi viku. Nýggir í hópinum eru Eli Falkvard Nielsen og Patrik Johannesen úr B36
Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin týdagin setti Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, nøvn á teir 23 spælararnar, sum eru úttiknir til HM-undankappingardystin ímóti Sveis, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 9. juni klokkan 19:45.
Tveir mans eru úttiknir hesaferð, sum ongantíð áður hava verið partur av A-landsliðnum. Talan er um Eli Falkvard Nielsen og Patrik Johannesen, ið báðir spæla við B36. Aðrir í hópinum, sum ikki vóru við seinast, men sum eru úttiknir til dystin ímóti Sveis, eru Ári Mohr Jónsson, Karl Løkin, Fróði Benjaminsen og Finnur Justinussen.
Hópurin ímóti Sveis sær soleiðis út:
Málverjar
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Símun Rógvi Hansen, NSÍ Runavík
Verjuspælarar
Jónas Tór Næs, ÍBV (ICE)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Atli Gregersen, Víkingur
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Hørður Askham, KÍ Klaksvík
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Miðvallarar
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Gilli R. Sørensen, Brann Bergen (NOR)
Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DEN)
Fróði Benjaminsen, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Eli Falkvard Nielsen, B36 Tórshavn
Karl Løkin, NSÍ Runavík
Framherjar
Finnur Justinussen, Fremad Amager (DEN)
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Páll A. Klettskarð, KÍ Klaksvík
Patrik Johannesen, B36 Tórshavn
Myndir frá tíðindafundinum: A-landsliðsúttøka / Føroyar – Sveis