Í døgunum 7. til 11. februar vóru U15-landsliðsvenjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen á venjaraferð í Manchester í Onglandi
Saman við limum úr norska venjarafelagnum, vóru Eli Hentze og Hegga Samuelsen tíðliga í februar mánaða á venjaraferð í Manchester í Onglandi. Tilsamans vóru eini 50 venjarar við í ferðalagnum.
Á ferðini varð millum annað vitjað á Manchester City Academy og á Everton FC Academy, har hesi bæði Premier League-feløgini hava sínar dagligu venjingar. Nýggja stórsligna St. Georges Park, ið er høvuðssætið hjá enska fótbóltssambandinum, bleiv eisini vitjað á túrinum.
Har afturat fingu luttakaranir á venjaraferðini eisini møguleikan at síggja barnavenjingar og -dystir hjá Machester City, umframt ein dyst í næstbestu deildini í Onglandi, The Championship og tveir dystir í Premier League.
Sum er, eru Eli Hentze og Hegga Samuelsen tveir av fýra føroyingum, sum eru limir í norska venjarafelagnum. Og sambært føroysku U15-landsliðsvenjarunum eru nógvir fyrimunir í limaskapinum, sum føroyskir venjarar kunnu fáa stóra gleði av. Dagligi leiðarin í venjarafelagnum, Teddy Moen, er eisini áhugaður í einum breiðari samstarvi við føroyskar venjarar.
Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava skrivað eina longri frágreiðing frá túrinum, sum kann lesast HER (Útbúgvingar > Venjarar > Venjarafrágreiðingar)