Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Eli Hentze. Tosað verður um 20. umfar í EFFO-deildini, steypafinaluna, sum verður leygardagin, og avbjóðingarnar hjá U21-landsliðnum, ið standa fyri framman
Hósdagin í komandi viku tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Danmark á Tórsvølli. Tað er altíð nakað serligt, tá Føroyar og Danmark møtast, sigur Eli Hentze, venjari, ið vitjar FSF Varpið hesaferð.
Umframt at tosa um dystirnar hjá U21-landsliðnum, sum skulu spælast í næstum, verður ljós eisini varpað á 20. umfar í EFFO-deildini, ið verður spælt hósdagin, og steypafinaluna millum B36 og NSÍ, sum verður leygardagin klokkan 19:45 á Tórsvølli.