Týsdagin klokkan 17:30 spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst á Tórsvølli. Mótstøðuliðið er Georgia, sum undan dystinum er eitt stig aftanfyri Føroyar
– Vit fara eftir sama avriki sum í Finnlandi. Allir spælararnir eru tøkir og klárir, og vit gleða okkum til dystin. Hetta verður ein stór uppgáva, men als ikki ómøgulig, sigur Eli Hentze, venjari.
Týsdagin klokkan hálvgum seks spælir føroyska U21-landsliðið fjórða dystin í undankappingini til EM 2019. Mótstøðuliðið er Georgia, sum undan dystinum er eitt stig aftanfyri Føroyar á stigatalvuni.
– Hugburðurin frá seinasta dysti skal finnast fram aftur. Gera vit tað, so skulu vit nokk fáa eitt gott úrslit, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Danmark er fremst í bólkinum við 9 stigum. Nummar 2 og 3 eru ávikavist Pólland og Litava við 4 og trimum stigum. Finnland hevur 2 stig, Føroyar 1, meðan Georgia framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar.
Tað er ókeypis atgongd til U21-landsdystin millum Føroyar og Georgia.