Hósdagin dømdi Kári á Høvdanum sín fyrsta dyst í UEFA Europa League. Og talan gjørdist um eina serliga uppliving, tí tá liðini skuldu fara á vøllin, fór toran at ganga, og regnið oysti niður
– Hetta var eitt fantastiskt upplivilsi. Eitt sindur rokalig byrjan, orsakað av glopraragni og torusláttri, men annars gekk væl, sigur Kári á Høvdanum við heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Hóskvøldið vórðu fyrru dystirnir í fyrsta innleiðandi umfarinum í UEFA Europa League spældir, og umframt at B36 og KÍ vóru í dysti, var føroysk luttøka eisini á tjóðarleikvøllinum í Andorra, har heimaliðið, Engordany tók ímóti Folgore frá San Marino.
Kári á Høvdanum var dómari, Jan Hermansen og Jørleif Djurhuus vóru hjálpardómarar, meðan Eiler Rasmussen var 4. dómari. Tað gekk væl hjá føroyska dómarabólkinum at leiða dystin, og aftaná fingu teir góð skoðsmál frá albanska eygleiðaranum.
– Kenslan at døma altjóða dystir er serstøk. At koma út um tryggu rammurnar í Føroyum og í ókendar umstøður, er gevandi. Tað skal ein heilt onnur fyrireiking til. Í heimligu kappingini kenni eg so at siga allar spælararnar og venjararnar. Tá man so skal út um landoddarnar, so er fyrireikingin ein heilt onnur, sigur føroyski FIFA-dómarin.
Fyrsti dysturin hjá Kára á Høvdanum í UEFA Europa League bleiv eisini eitt sindur serligur beinanvegin.
– Meðan vit standa í leikaratunnilinum og kanna spælararnar, fór at regna av grimd, og toran sló niður. Tað var veruligt glopraregn, og soleiðis vóru umstøðurnar fyrstu fimm minuttirnar. Vøllurin bleiv hálur og bleytur, og hetta ávirkaði eitt sindur. Men nú er man so komin í gongd. Hetta var ein heiður og eitt upplivilsi, sigur Kári á Høvdanum.
Úrslitið av dystinum millum Engordany og Folgore gjørdist 2-1 til heimaliðið. Fimm ferðir hevði føroyski dómarin gula kortið á loftið – trý til heimaliðið, og tvey til útiliðið.