Sjálvt um tað tykist óveruligt, so hendi tað í kvøld: Føroyar og Frakland spældu 1-1 javnleik


Hóast mótstøðuliðið var mannað við spælarum úr bestu deildunum í Evropa, so tóku U21 dreingirnir uppgávuna á seg við sama stríðvilja, sum teir eru vanir at gera. Ovari vøllur í oysandi regni var karmur um dystin, sum skuldi vísa seg at enda við einum av størstu úrslitunum í føroyskari fótbóltssøgu. Tað sá bara ikki soleiðis út frá byrjan. 

Frakland stýrdi sum væntað spælinum oman móti føroyska málinum, og gestirnir løgdu seg eisini á odda í 8. minutti við máli, sum Amine Gouiri skoraði. Men um onkur tá helt, at fraklendingar fóru at hølva føroyingar av, so var tað langt við síðuna av. Gamaní høvdu teir upp í kasssar av hálvum og heilum vandamiklum støðum og innleggum, men føroyska verjan stóð stinn ímóti áhaldandi trýstinum. 

Stóra løtan kom stutt inni í seinna hálvleiki, tá Steffan Løkin fangaði fronsku verjuna á skeiva beininum. Ein miseydnað avlevering frá franska málverjanum  bleiv brádliga ein møguleiki, sum B68 áleyparin tók av. Úr eini 40 metrum sendi hann bóltin móti franska málinum, og so var bara eftir at frøðast og stríðast fyri javnleikinum.

Og júst tað gjørdu okkara ungu menn. Spenningurin vaks so hvørt, sum klokkan í Gundadali gekk, og tá dómarin eftir 97 minuttir bríkslaði fyri seinastu ferð, var stórsligna úrslitið ein staðfesting. Føroyar og Frakland hava spælt javnleik, og føroysku dreingirnir hava nú fýra stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar í undankappingini.