A-landsliðið menn

Fyri Mattias Hellisdal var dysturin móti Kasakstan leygardagin nakað heilt serligt. Mattias fekk nevniliga sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum, nakað, sum hann hevur droymt um í langa tíð.

Manslandsliðið fyrireikar seg nú til UEFA Nations League dystin á útivølli ímóti Moldova, og seinnapartin sunnudagin vandi føroyski hópurin á venjingarvøllinum uttan fyri Zimbru Stadion í Chisinau, har dysturin verður spældur týsdagin klokkan 17:00.

Aftaná venjingina fekk FSF varpið orðið á Mattias Hellisdal.