Við 57 landsdystum á baki, er Heidi Sevdal royndasti leikarin í hópinum, sum bjóðar Wales av á Rodney Parade hóskvøldið. – Tað kennist serligt at vera royndasti leikarin á liðnum, sigur hon
——————
Nakrar kaldar vetrardagar í 2006 var A-landsliðið við kvinnum í innleiðandi bólkaspæli um at sleppa í EM undankapping. Umframt vertstjóðina Makedónia, vóru Føroyar komnar í bólk saman við Kasakstan og Wales.
Við í hópinum var tá bert 17 ára gamla Heidi Sevdal. Hetta var hennara fyrsta úttøka til A-landsliðið, og kviki áleyparin slapp at royna seg frá byrjan í fyrsta dystinum. Dagurin var 18. november og mótstøðuliðið var Wales.
Hóast Wales vann dystin 2-1, so gjørdist hetta ein stórur dagur fyri Heidi og liðfelagan Olgu Kristinu Hansen, sum eisini spældi sín fyrsta A-landsdyst hendan dagin
Nú – knapt 14 ár seinni – eru tær báðar lyklaleikarar og sínamillum eisini tær á føroyska liðnum, sum hava nógv flestar landsdystir á baki. Og tær eru klárar til enn ein dyst móti júst Wales, sum tær eisini hittu í sínum fyrsta dysti.
– Tað er ein serlig kensla at knappliga vera millum tær elstu, men tað er samstundis ordiliga stuttligt og motiverandi at síggja tær ungu, tí tær eru ótrúliga raskar og dugnaligar. Tað er gevandi og fær okkum at kýta okkum enn meira, sigur Heidi Sevdal.
Trýst á pílin á sjónbandinum niðanfyri og hoyr Heidi greiða frá, hvussu tað kennist at vera millum tær elstu á landsliðnum.
Í skrivandi stund er eitt gott samdøgur eftir til dystarbyrjan. Áðrenn fráferð til Wales vandu kvinnurnar á Tórsvølli, og fyrireikingarnar til dystin eru nú í hæddini.
– Stemningurin í hópinum er góður. Her eru nógvar ungar við, og útskiftingin síðan dystin móti Wales á heimavølli síðsta heyst eru rættiliga nógvar. Tí er tað eisini umráðandi, at vit hava stundir til at samansjóða liðið og læra hvørja aðra ordiliga at kenna, tí tað er grundleggjandi fyri, at vit kunnu mennast sum lið, sigur royndi áleyparin.
Trýst á pílin á sjónbandinum niðanfyri og hoyr Heidi greiða frá fyrireikingunum til dystin móti Wales
Føroyar hava spælt móti Wales fýra ferðir áður. Fyri júst 25 árum síðan – 25. oktober 1995, vunnu føroysku kvinnurnar 1-0 á útivølli við máli, sum Helga Ellingsgaard skoraði. Í hinum dystunum hava walisar verið omaná, seinast í august í fjør, tá gestirnir vunnu við seks málum móti ongum á Tórsvølli.
Fyrireikingarnar til dystin í annaðkvøld eru optimalar, og nú ræður um hjá føroysku leikarunum at brúka orkuna og góðu gongdina frá seinasta dysti á besta hátt, sigur Heidi Sevdal.
– Vit høvdu nógv góð ting í seinasta dystinum móti Hvítarusslandi, sum vit skulu taka við okkum inn í dystin í morgin, og harfrá skulu vit so sjálvandi byggja uppá. Vit fáa harða mótstøðu, men vit eru klárar at geva alt, sum vit hava fyri at fáa eitt gott úrslit við heim, sigur hon.
Dysturin millum Føroyar og Wales verður spældur á Rodney Parade í Newport í morgin kl. 16.30.