Nú er greitt, at tað verður Eiler Rasmussen, ið skal døma finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Finaluna hjá kvinnum dømir Bent Tommy Linklett

Tað verður Eiler Rasmussen, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið, sum í ár verður ímillum NSÍ og Víking.

Eiler Rasmussen hevur dømt í vaksnamannadeildini síðani 1996, og hesi nítjan árini hevur 38 ára gamli skálamaðurin, ið seinastu árini hevur búð á Argjum, dømt fleiri enn 400 dystir í føroysku kappingini.

– Sjálvandi eri eg spentur. Hetta er størsti dystur á árinum, og karmarnir á Tórsvølli eru eisini vorðnir sera góðir. So tað verður nakað serligt at skula døma finaluna. Men kortini mugu vit ikki gloyma, at hetta er ein vanligur fótbóltsdystur ímillum tvey lið, sum bæði vilja vinna, sigur Eiler Rasmussen.

Hjálpardómarar í finaluni um Løgmanssteypið vera Regin Egholm og Vinjard Dam, meðan Alex Troleis verður 4. dómari.

Einaferð áður hevur Eiler Rasmussen dømt steypafinaluna hjá monnum. Tað var í 2007, tá EB/Streymur vann 4-3 á HB.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 29. august, kl. 19:45.

Steypafinaluna hjá kvinnunum dømir Bent Tommy Linklett. Hjálpardómarar verða Dia Lamhauge og Bogi Ey. Hansen, og 4. dómari verður Oda Andreasen.

Finalan hjá kvinnunum, sum í ár verður millum KÍ og EB/Streym/Skála, verður bríkslað í gongd kl. 16:15.

Atgongumerkir til finaluna um løgmanssteypið kunnu keypast her: Atgongumerkir/Løgmanssteypið 2015

Dómarayvirlit/Steypafinalurnar 2015:

Fríggjadagin 28. august

Kl. 17:30

Mótasteypið / Gentur U17

KÍ – B36

Rúni Olsen

Kl. 20:00

Th. Dam Intersport Steypið / Dreingir U18

NSí – HB

Kári á Høvdanum

 

 

 

 

Leygardagin 29. august

Kl. 10:00

Cadbury Steypið / Dreingir U14

KÍ – HB

Rani Skaalum

Kl. 12:00

Eilif Arge Steypið / Gentur U14

B68 – EB/Streymur

Áron West

Kl. 13:45

Blaðberasteypið / Dreingir U16

NSí – B36

Jan á Líðarenda

Kl. 16:15

Steypafinalan kvinnur

KÍ – EBStr./Skála

Bent T. Linklett

Kl. 19:45

Finalan um Løgmanssteypið

NSÍ – Víkingur

Eiler Rasmussen