Ronnie Korsager Davidsen vann hjá teimum eldru, meðan Martin Heldarskrð vann hjá teimum yngru, tá seinna innleiðandi umfar í eFótbóltskappingini varð spælt í Telebúðini í miðbýnum í Havn farna týsdag

Týsdagin varð seinna innleiðandi umfar í nýggju eFótbóltskappingini, sum FSF og Føroya Tele skipa fyri, spælt í Telebúðini í miðbýnum í Havn.

 

Kappingin er skipað í tveimum aldursbólkum – 15 ár og yngri, og 16 ár og eldri. Fýra teir bestu í hvørjum aldursbólki fara víðari til finaluumfarið, sum verður leygardagin 30. november í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.

 

Úrslitið í Telebúðini í Havn gjørdist, at Martin Heldarskarð bleiv nummar 1 í yngra aldursbólkinum, meðan Ronnie Korsager Davidsen vann hjá teimum eldru.

 

Hinir tríggir í yngra aldursbólkinum, sum týsdagin tryggjaðu sær pláss í finaluni, vóru Gabriel N. Petersen, Atli Falkvard og Niklas Gaard. Hjá teimum eldru vóru tað, umframt Ronnie K. Davidsen, Birgir Nielsen, Hávarður Christiansen og Virgar Trondesen, sum spældu seg í finaluna.

 

Farna leygardag varð fyrra innleiðandi umfar spælt í Telebúðini í Saltangará. Í kappingini fyri teir eldru vóru tað Heðin Egholm Skov, Ingolf Tvørfoss, Áron Sørensen og Høgni Øssurson, sum spældu seg víðari til finaluumfarið.

 

Í kappingini fyri teir yngru vóru tað Jonn Mortensen, Sámuel Johansen, Beinir Grønagarð og Brian Grønagarð, ið tryggjaðu sær pláss í finaluni.

 

Í báðum aldursbólkum verður spælt um føroyameistaraheitið, umframt at teir eldru eisini spæla um eitt pláss á føroyska eLandsliðnum, sum komandi ár skal taka lut í UEFA EURO 2020-undankappingini.

 

Fyrstu dystirnir í finaluumfarinum byrja klokkan 17:00. Ókeypis atgongd er til finalurnar.

 

Skráin

 

15 ár og yngri

 

16 ár og eldri

 

Ronnie Korsager Davidsen vann kappingini fyri teir eldru, tá seinna innleiðandi umfar varð spælt í Havn – Mynd: www.FSF.fo