Leikskráin fyri EFFO-deildina 2016 er nú klár, og fyrsta umfar verður spælt leygardagin 5. mars. Føroyameistararnir byrja á heimavølli ímóti ÍF. Eisini í 1. deild hjá monnum er greitt, hvussu spælt verður í ár
Fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár eru í hæddini, og um góðan hálvan annan mánaða verður hol sett á eina nýggja kapping í EFFO-deildini og í 1. deild hjá monnum.

Í EFFO-deildini verður lagt frá landi leygardagin 5. mars, tá fýra dystir í fremstu deildini eru á skránni, meðan tann fimti verður spældur sunnudagin 6. mars.

1. umfar í EFFO-deildini verður spælt soleiðis:
KÍ – TB
NSÍ – HB
B36 – ÍF
AB – B68
Víkingur – Skála (6. mars)

Í næstbestu deildini verður byrjað á Grækarismessu, leygardagin 12. mars, og har sær fyrsta umfar soleiðis út:
AB – NSÍ
KÍ – 07 Vestur
FC Suðuroy – B71
EB/Streymur – HB
Giza/Hoyvík – Víkingur

Kappingarárið 2016 verður drúgt, møguliga eitt tað drúgvasta nakrantíð. Umframt 27 umfør í EFFO-deildini og í 1. deild, eru fýra A-landsdystir, seks U21-landsdystir og fimm umfør í steypakappingini eisini á skránni. Tískil endar kappingin í fremstu deildini hjá monnum ikki fyrr enn leygardagin 22. oktober, meðan seinasta umfar í 1. deild er á skránni leygardagin 1. oktober.

Seinasta umfar í EFFO-deildini sær soleiðis:
B36 – TB
AB – Víkingur
B68 – NSÍ
ÍF – KÍ
Skála – HB

27. umfar í 1. deild:
EB/Streymur – NSÍ
Giza/Hoyvík – FC Suðuroy
Víkingur – KÍ
HB – AB
B71 – 07 Vestur

Øll leikskráin í EFFO-deildini sæst her: EFFO-deildin 2016
Øll leikskráin í 1. deild menn sæst her: 1. deild menn 2016