FSF Varpið: Nú er greitt hvussu spælast skal í EFFO-deildini komandi kappingarár. Skála, TB, ÍF, NSÍ og EB/Streymur verða tey fimm liðini, ið fáa 14 heimadystir
Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, og saman við vertinum, Tróndi Arge bleiv trekt lut um, hvussu EFFO-deildin 2017 skal avgreiðast.

Av tí at liðini í EFFO-deildini spæla tríggjar ferðir ímóti hvør øðrum, er tað altíð ein avbjóðing at fáa kappingina skipaða.

Í sendingini síggja vit millum annað, hvussu kappingin verður skipað, hvørji lið fáa 14 heimadystir, og hví tað eru júst hesi liðini, ið fáa ein heimadyst meir enn hini. Og í FSF Varpinum hesaferð kunnu vit eisini kunngerða, hvussu spælt verður í fyrsta umfari í EFFO-deildini 2017, sum fer av bakkastokki á Grækarismessu, sunnudagin 12. mars.