Við teprum 1-0 sigri á Víkingi, vann EB/Streymur dystin um Stórsteypið 2013, sum Lions Club letur
Niels Pauli Danielsen gjørdi einsamalla málið, tá EB/Streymur og Víkingur møttust í dystinum um Stórsteypið, sum er dysturin millum føroyameistararnir og steypavinnararnar frá seinasta kappingarári.
Tveir minuttir fyri steðgin skoraði klaksvíkingurin í EB/Streymi, Niels Pauli Danielsen, til 1-0 fyri sundalagsmenn, og tað skuldi vísa seg at verða einasta málið í dystinum.
Sostatt vunnu føroyameistararnir ímóti steypavinnarunum, og harvið verður Stórsteypið standandi við Margáir eitt ár afturat.