KÍ og felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála eru komin væl frá byrjan í fremstu deildini hjá kvinnum. Eftir fyrstu fýra umførini hava bæði liðini fingið fult stigatal
Tað er nógv sum bendir á, at kappingin um fremstu plássini í 1. deild hjá kvinnum í ár verður ímillum føroyameistararnar úr KÍ, og felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála. Eftir fyrstu fýra dystirnar hava bæði liðini fingið fult stigatal.

Mikukvøldið var fjórða umfar á skránni. Í Havn møttust HB og KÍ, og við Margáir í Streymnesi tók felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála ímóti felagsliðnum hjá ÍF og Víkingi. Og í báðum føri gjørdu oddaliðini sína skyldu.

Klaksvíkskvinnur vunnu 2-0 á HB. Málini gjørdu Sigrid Jacobsen og Rannvá B. Andreasen. Sama úrslit varð við Margáir, har heimaliðið vann 2-0 á ÍF/Víkingi. Málini hjá EB/Streymur/Skála gjørdu Rakul V. Magnussen og Durita Hummeland.

Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja málini í dystinum ímillum EB/Streymur/Skála og ÍF/Víkingur.

Støðan, 1. deild kvinnur