Tað vera EB/Streymur og HB, ið skulu spæla ársins finalu um Thomas Dam Intersport steypið, sum er steypakappingini hjá U21

——————

Fríggjakvøldið 30. september verður finalan um Thomas Dam Intersport steypið, sum er steypakappingin hjá U21. Og í ár eru tað EB/Streymur og HB, sum hava vunnið sær rættin at spæla finaluna, eftir at tey í hálvfinalunum varpaðu AB og B36 úr kappingini.

HB tryggjaði sær finalusessin við at vinna 3-0 móti grannunum úr B36. Eftir málleysan fyrra hálvleik, legði Ási Dam HB á odda tríggir minuttir eftir steðgin. Og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin økti Leivur Fossdal Guttesen til 2-0, áðrenn Dánjal Reginsson lítla løtu seinni slerdi sigurin fastan.

Inni í Vika á Argjum mátti longd leiktíð og brotssparkskapping til, áðrenn EB/Streymur stóð eftir sum vinnari.

Tá 90 minuttir vóru spældir, stóð á jøvnum 2-2. Málskjúttarnir hjá heimaliðnum vóru Gunnar Reynslág og Rói Christiansson Nielsen. Bæði málini hjá sundalagsmonnum gjørdi Hannus Esmarsson Eiðisgarð.

Tá so einki mál kom í umdystinum, bleiv neyðugt við brotssparkskapping, sum EB/Streymur vann 5-4.

Seinast HB vann steypakappingina hjá U21 var fyri trimum árum síðani, tá teir reyð-svørtu, eftir longda leiktíð og brotssparkskapping, vunnu samanlagt 5-3 móti Skála. Hinvegin, so skulu vit heilt aftur til 1993, tá EB/Streymur vann kappingina, sum tá kallaðist unglingadeildin.