Hóast U15-dreingirnir tapti meir enn teir vunnu, so er venjarin, Øssur Hansen, sera væl nøgdur við kappingini í Esbjerg, sum varð spæld í síðstu viku

Í døgunum 8. til 13. mai var føroyska U15-landsliðið við dreingjum til Esbjerg KIA Elite Cup í Esbjerg í Danmark. Umframt føroyska landsliðið og klublið úr Danmark, vóru lið úr Noregi, Svøríki og Týsklandi eisini við í kappingini.

 

– Vit fyrireikaðu okkum væl, áðrenn vit fóru avstað. Seks venjingar vóru á skránni, og síðani varð hópurin úttikin, og tað er ikki nøkur løtt uppgáva, tá so nógvir góðir spælarar eru at venja ímillum. Men valið skal takast, og eg haldi at allir gjørdu tað væl, sigur Øssur Hansen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Fyri føroyska liðið vóru seks dystir á skránni, og úrtøkan gjørdist tveir sigrar og fýra tap. Men sum heild er venjarin, Øssur Hansen, sera væl nøgdur við kappingina og dystirnar í Esbjerg.

 

– Fyri teir flestu er hetta fyrstu ferð, at teir skulu nema sær kunnleika til ta leikskipan og tann leikhátt, ið føroysku landsliðini ynskja at spæla. Hetta tekur sjálvandi tíð at læra, men sum fráleið kom tað grundleggjandi upp á pláss.

 

– Tað bleiv lagdur stórur dentur á, at okkara dreingir skulu tora at spæla bóltin upp eftir vøllinum, eisini í eini trýstari støðu. Hetta gekk rímiliga væl at byrja við, men bleiv eisini betri og betri fyri hvønn dyst.

 

– Dreingirnir vístu eisini ein heilt einastandandi góðan hugburð til allar dystirnar, og haldi eg sum venjari, at teir veruliga hava ment seg nógv hesar dagarnar, bæði á og uttanfyri vøllin, sigur U15-landsliðsvenjarin.

 

Føroysku úrslitini í Esbjerg KIA Elite Cup 2018

 

Føroyar – Vejle BK 0-1

 

Føroyar – B93 1-3

Málskjútti: Áki Samuelsen

 

Føroyar – Ready IF 3-1

Málskjúttar: Jákup Andrias Thomsen, Rani Sørensen og Áki Samuelsen

 

Føroyar – AIHF 2-3

Málskjúttar: Jónatan Kjærbo og Heini F. Sørensen

 

Føroyar – Kvarmby 2-0

Málskjúttar: Rani Sørensen og Heini F. Sørensen

 

Føroyar – Haderslev 0-1

 

Næsta avbjóðing hjá U15-dreingjunum verður í oktober, tá liðið skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Liktinstein.​

 

 

 

Myndir: Rúni Heinesen og Øssur Hansen