Lutakast um, hvussu spælast skal í innleiðandi EM-undankappingunum hjá U17- og U19-landsliðunum við dreingjum komandi ár, hevur verið í Nyon í Sveis
Mikudagin gjørdist greitt, hvar og hvørjum londum spælast skal ímóti, tá innleiðandi EM-undankappingarnar fyri U17- og U19-landsliðini við dreingjum verða komandi ár.
Lutakastið var í Nyon í Sveis, og tað háttaði seg soleiðis, at U17-dreingirnir komu í bólk saman við Spania, Ísrael og Makedonia. Kappingin verður í Makedonia frá 20. til 26. oktober.
Innleiðandi EM-undankappingin hjá U19-dreingjunum verður í Írlandi frá 10. til 16. oktober. Umframt vertslandið og Føroyar, eru Holland og Bosnia/Hersigovina eisini við í bólkinum.