Av tí at menningarkappingin og NM eru avlýst, skal U17-landsliðið við dreingjum bara til eina veruliga kapping í ár, sum er EM-undankappingini í Turkalandi í oktober


– Hetta landsliðsárið gjørdist ikki akkurát soleiðis sum vit høvdu ætlað. Men nú ræður um at hyggja fram eftir og vóna, at EM-undankappingin verður, sigur venjarin hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Rasmus Nolsøe við heimasíðuna hjá FSF.

Eftir ætlan skuldi føroyska U17-landsliðið við dreingjum taka lut í trimum altjóða kappingum í 2020. Men soleiðis bleiv kortini ikki. Fyrst varð UEFA menningarkappingini, sum skuldi verða í Andorra í apríl, avlýst, og nú er greitt, at einki NM verður í ár. Sostatt er tað bara EM-undankappingin í oktober – fyribils í øllum føri – sum framvegis stendur á skránni.

Og tað eru júst fyrireikingarnar til hesa kapping, ið spælarar og venjarar nú eru farnir undir. Mánadagin var venjing í Miðvági, og eftir ætlan verða regluligar venjingar kring alt landið fram til EM-undankappingini í Turkalandi, har føroyska liðið eisini skal spæla móti Russlandi og Gibraltar.

– Nú ræður um at vit fyrireika okkum so væl sum gjørligt, tí hetta er rættuliga sterk mótstøðu, sum vit skulu spæla ímóti, sigur Rasmus Nolsøe.