Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti seinasta dystin í EM-undankappingini. Úrslitið gjørdist 1-0 til Kypros, og tað hevur við sær, at Føroyar ikki sleppa víðari til næsta umfar
– Hetta var eitt vónbrot, tí hendan tætta dystin kundu vit havt vunnið, um vit vóru dugnaligari og neyvari í avgerandi støðunum. Dysturin var rímiliga tættur, men vit høvdu munin í spæli og stórum málkjansum, og tí er tað sera spell, at vit ikki megnaðu at vinna dystin, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá U19-landsliðnum, við heimasíðuna hjá FSF.
Tað gekk ikki akkurát sum U19-dreingirnir høvu vónað, áðrenn síðsta dystin í EM-undankappingini, ið seinastu dagarnar hevur verið í Montenegro. Føroyska liðið fekk annars eina góða byrjan á kappingina, við at vinna á vertslandinum. Men síðani taptu okkara dreingir fyri Kroatia, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst ímóti Kypros.
Setningurin var greiður: Vinnarin av dystinum millum Føroyar og Kypros spældi seg víðari til úrvals-umfarið, sum verður í mars-apríl komandi ár. Men tíverri endaði alt í einum stórum vónbroti. Úrslitið av dysinum gjørdist 1-0 til kypriotar, sum avgjørdu dystin longu í fimta minutti, tá Nikolas Matthaiou setti brotsspark í málið.
Føroyska liðið hevði annars fleiri møguleikar at fáa mál, og tann størsta fingu okkara dreingir tá vanliga leiktíðin var farin. Dómarin dømdi brotsspark til Føroyar, og David Muller var settur at skjóta. Men føroyski framherjin mísnýtti úr ellivu metrum, og so bleiv tað Kypros, ið fer víðari í kappingini.
– Skalt tú vinna tættar og avgerandi europeiskar dystir av hesum slagnum, mást tú sleppa tær undan stórum mistøkum í verjupartinum og verða effektivur í álopspartinum. Tíverri megnaðu vit hvørki til fulnar í dag. Vit gjørdu brotsspark beinanvegin, og so misnýttu vit risa møguleikar – millum annað eitt brotsspark – í seinna hálvleiki. Tí endaði tað við, at Kýpros vann, og vit taptu, sigur Eyðun Klakstein at enda.
Kroatia vann bólkin við fullum stigatali, og Kypros gjørdist nummar tvey við 6 stigum. Føroyar fingu 3 stig, meðan Montenegro endaði aftast við ongum stigi.
Føroyar
1. Rói Hentze, 3. Ari Olsen (14. Hjalti Djurhuus, 81’), 4. Bjarni Petersen, 5. Ólavur Niclassen, 16. Andri Benjaminsen, 6. Jákup B. Andreasen, 7. Janus Svabo Samuelsen, 9. Hannes Agnarsson (15. Erlendur Magnusson, 81’), 8. Petur Knudsen (18. Pætur Petersen, 65’), 10. Teit Jacobsen og 11. David Muller
Eykaspælarar
12. Rói Zachariassen, 2. Jóhan Waag Høgnesen, 13. Petur í Túni Petersen og 17. Mórits Heini Mortensen
Venjarar
Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen