Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti næsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Írlandi. Írsku vertirnir vunnu 3-0

– Írar stýrdu dystinum, og vit mugu bara viðganga, at teir vóru betri enn vit. Kortini haldi eg at okkara verjurpartur riggaði væl, men tíverri gera vit eitt býtt brotsspark miðskeiðis í seinni hálvleiki, og so komu teir ordiliga í gongd, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.

 

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í innleiðandi EM-undankapping í Írlandi, tapti eisini næsta dystin í kappingini. Mikudagin tapti føroyska liðið 5-0 fyri Hollandi, og hesafrð vóru tað írsku vertirnir, ið vóru ein ov stórur gloypubiti. Úrslitið gjørdist 3-0 til Írland.

 

Men tað var ikki fyrr enn í 67. minutti, at írar fingu hol á, tá Troy Parrott, ið gjørdi øll málini hjá Írlandi, setti brotsspark í netið. Tíggju minuttir seinni økti Parrott um írsku leiðsluna, og tá fýra minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina skoraði Troy Parrott aftur úr ellivu metrum.

 

– Vit megna at spæla okkum til einkultar støður, men neyvleikin manglar í avgerandi løtum, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í hinum dystinum í bólkinum vann Holland stórt á Bosnia-Hersigovina. Úrslitið gjørdist 6-0 til Holland. Týsdagin verður seinasta umfar spælt. Tá møtast Føroyar og Bosnia-Hersigovina.