Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti eisini triðja dystin í innleiðandi EM-undankappingini. Mótstøðuliðið var Ísland, sum vann 2-1
Beint eftir middag týsdagin spældi føroyska U19-landsliðið við dreingjum triðja dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum er í Bulgaria.
Mótstøðuliðið hesaferð var Ísland, sum vann 2-1. Einsamalla málið hjá Føroyum skoraði Lukas G. Giessing tá góðir tíggju minuttir vóru eftir at spæla.
Í dystinum millum Bulgaria og Ongland, gjørdist úrslitið 1-0 til Ongland, sum harvið vann bólkin við fullum stigatali.
Niðanfyri ber til at síggja allan U19-landsdystin millum Føroyar og Ísland.
Skráin
8. november kl. 16:30 Ongland – Føroyar 6-0
11. november kl. 12:30 Bulgaria – Føroyar 2-0
14. november kl. 12:30 Føroyar – Ísland 1-2