Her ber til at síggja dystin í kappingini Dreingir U18 millum B36 og NSÍ. Úrslitið gjørdist javnleikur 2-2. FSF Varpið stroymdi dystin

Týsdagin spældu B36 og NSÍ landskappingardyst í kappingini fyri Dreingir U18. Úrslitið gjørdist javnleikur 2-2. Áki Hentze og Gilli Samuelsen skoraðu fyri B36, meðan málini hjá NSÍ gjørdu Hans Marius Davidsen og Steffan Løkin.

 

FSF Varpið stroymdi dystin. Frásøgumaður er Niels Petersen, meðan Jan Dam er viðmerkjari.