Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið føroyska U17-hópin við dreingjum, sum seinni í hesum mánaðinum fer til EM-undankapping í Slovenia
Í døgunum 22. til 29. september fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum at taka lut í EM-undankapping, sum hesaferð verður í Slovenia.
Umframt Slovenia og Føroyar, verða Belgia og Turkaland eisini við í kappingini. Vinnarin spælir seg víðari til EM-endaspælið, sum verður í Aserbadjan í mai mánaða komandi ár.
Teir 18, ið landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen, hava úttikið til kappingina, eru hesir:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Rói Mørk Hentze, B36
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Fróði Pætursson Rasmussen, B36
Mikal á Reynatrøð, Víkingur
Petur í Túni Petersen, Víkingur
Aron Knudsen, NSÍ
Kar Martin Olsen, B36
Sveint Knút Magnussen, Vejle BK (DEN)
Mórits Heini Mortensen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Aksel Danielsen, KÍ
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)
Andri Benjaminsen, NSÍ
Hannes Agnarsson, B36
Gilli Samuelsen, B36
Jógvan Petersen, HB
Fyrsti dystur í kappingini verður 24. september, tá okkara dreingir skulu royna seg ímóti Turkalandi, og 26. september spælir føroyska liðið ímóti Belgia. Triðji og seinasti dystur í bólkaspælinum verður ímóti vertstjóðini, Slovenia, týsdagin 29. september. Allir dystirnir verða spældir klokkan 15:00 lokala tíð.
Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum mikudagin 30. september.