Týsdagin spældi føroyska U17-landsliðið seinasta dystin í EM-undankappingini í Slovenia. Urslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til slovensku vertirnar. Her ber til at síggja dystin í fullari longd
Týsdagin spældi føroyska U17-landsliðið seinasta dystin í EM-undankappingini í Slovenia. Urslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til slovensku vertirnar.
– Sum heild eri eg partvís nøgdur við okkara avrik í kappingini. Til dømis lata vit einki mál inn í seinna hálvleiki í nøkrum av dystunum. Eg kundi tó ynskt mær, at vit høvdu bóltin meir og kláraðu at spæla okkum fram til fleiri málmøguleikar.
– Men tað er eisini langt síðani at vit hava møtt so sterkari mótstøðu, sum vit fingu í allari hesari kappingini. Tí haldi eg samanumtikið, at spælararnir kunnu halda høvdið høgt, sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen er venjari hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum.
Her ber til at síggja dystin í fullari longd.