Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í NM-kappingini, sum í hesum døgum er í Íslandi. Úrslitið gjørdist heili 8-1 til Danmark
– Fyrri hálvleikur var ræðuligur, og tað tóktist sum um, at onkrir spælarar hildu seg vera ov góðar til okkara lið. Av tí sama riggaði tað als ikki sum ein samlað eind, sigur ein skuffaður Thomas Thinggaard, U17-landsliðsvenjari, eftir lemjandi 8-1 tapið fyri Danmark.
Tað gekk als ikki eftir vild, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum spældi fyrsta dystin í NM-kappingini, ið um dagarnar verður spæld í Íslandi. Eftir fyrstu 40 minuttirnar var støðan 6-0 til Danmark, og tá floytað varð av, stóð 8-1 á máltalvuni. Føroyska málið gjørdi Hanus Sørensen.
– Fleiri av okkara spælarum gjørdust eisini bilsnir av, at mótstøðan var nógv sterkari, enn teir eru vanir við til dagligt. Í seinna hálvleiki gekk munandi betri, og tað gevur okkum kortini trúnna uppá, at úrslitið í næsta dystinum verður betri, sigur Thomas Thinggaard.
Næsti dystur verður týsdagin, og tá skulu okkara dreingir spæla ímóti Finnlandi. Sunnudagin taptu finnar 2-0 fyri Svøríki.