Føroyska U17-landsliðið tapti eisini næsta dystin í EM-undankappingini í Slovenia. Mótstøðuliðið hesaferð var Belgia, sum vann dystin 4-1, eftir 4-0 leiðslu í steðginum
– Tað er ikki uttan orsøk, at Belgia verður mett at hava eitt tað sterkasta U17-landslið í Europa. Fyrri hálvleikur var ikki góður frá okkara síðu, men eg eri væl nøgdur við innsatsin, ið okkara dreingir víst í seinna hálvleiki, og vónandi kunnu vit byggja víðari uppá tað. Soleiðis segði Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari, eftir 4-1 tapið fyri Belgia.

Longu frá fyrsta bríksli legði Belgia stórt trýst á føroyska liðið, og tá farið var til hálvleik var støðan 4-0 til belgisku dreingirnar. Stórtap var nú væntandi, men aftur hesaferð megnaðu okkara dreingir veruliga at reisa seg í seinna hálvleiki.

Beinanvegin eftir steðgin royndi føroyska liðið at flyta spælið longur fram á vøllin. Tað eydnaðist væl, og til tíðir spældu okkara fult upp ímóti sterka belgiska liðnum. Tað vóru eisini føroyingarnir, ið fingu einasta málið í seinna hálvleiki. Við fantastiskum stríðsvilja og trýstur av fýra mótstøðumonnum fekk Fróði P. Rasmussen spælt Mórits Heina Mortensen leysan, sum hegnisliga skallaði bóltin í belgiska málið.

Eftir dystin var føroyski málskjúttin eisini valdur til dagsins leikara.

– Nú skulu vit taka alt tað góða við okkum frá hesum dystinum, so trúgvi eg veruliga uppá, at vit kunnu geva slovenum ein skarpan gang, sigur Áki Johansen.

Triðji og seinasti dystur hjá føroyska liðnum verður týsdagin 29. september, tá Slovenia tekur ímóti.

Samstundis sum Føroyar og Belgia spældu, møttust Turkaland og Slovenia. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1.

Føroyska liðið ímóti Belgia:
1. Bárður á Reynatrøð (GK), 2. Sjúrður Pauli Nielsen, 3. Aron Knudsen (15. Magnus H. Jacobsen, 49’ / 13. Andri Benjaminsen, 71’), 4. Petur í Túni Petersen, 5. Mikal á Reynatrøð, 6. Svein Knút Magnussen (C), 7. Hannes Agnarsson (14. Albert T. Nielsen), 8. Mórits Heini Mortensen, 10. Arnbjørn Svennsson, 11. Lukas G. Giessing og 17. Fróði P. Rasmussen.

Á beinkinum:
12. Rói Mørk Hentze (GK), 9. Gilli Samuelsen, 16. Karl Martin Olsen og 18. Jógvan Petersen.

Venjarar:
Áki Johansen og Pól F. Joensen.