Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini næsta dystin í UEFA menningarkappingini í Norðurírlandi. Hesaferð var tað Kosovo, ið fór avstað við øllum

Fríggjadagin varð næsta umfar í UEFA menningarkappingini fyri U17-landslið við dreingjum spælt í Norðurírlandi. Føroyska mótstøðuliðið hesaferð var Kosovo, sum vann 4-0.

 

– I fyrra hálvleiki var nærum einki, ið eydnaðist hjá okkum, og vit høvdu torført við at fylgja upplegginum, sum vit høvdu áðrenn dystin. Seinni hálvleikur var betri, og vit komu eisini fram til nakrar málmøguleikar, men bólturin vildi ikki inn, sigur Thomas Thingaard, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroyska liðið byrjaði í einari 4-4-1-1 spæliskipan við Eyðbjørn Østergaard í mál. Í verjuni vóru Bergur Poulsen, Børge Petersen, Mikkjal Hellisá og Aleks Jacobsen. Á miðvøllinum frá byrjan vóru Jens Erik Bruhn, Súni Hansen, Olaf Hansen og Kristian Hentze. Framrættaður miðvallari var Ingolf Tvørfoss, meðan Meinhard Janusarson var í føroyska álopinum.

 

– Tað er einki at ivast í, at okkara dreingir eru nógv betri fótbóltsspælarar, enn teir i veruleikanum geva sær far um, sigur føroyski venjarin úr Norðurírlandi.

 

Triðji og seinasti dystur í kappingini verður mánadagin, tá norðurírsku vertirnir taka ímóti.