U17-landsliðið við dreingjum tapti seinasta dystin í NM-kappingini í Íslandi. Norðurírland vann 3-1. Føroyska málið skoraði Elias El Moustage
– Undan dystinum tosaðu vit nógv um, hvussu vit skuldu handfara tær góða og tær minni góðu løturnar í dystunum. Men tað megnaðu vit ikki so væl í dag. Fyrstu 25 minuttirnar høvdu vit fleiri kjansir, og vóru greitt betri – men vit megna ikki at skora. Tá vit so missa takið á dystinum, fáa norðurírar tvey mál, og so var mótbrekkan drúgv, sigur Thomas Thinggaard, landsliðsvenjari.
Føroyska U17-landsliðið við dreingjum, ið seinasta vikuna hevur tikið lut í árligu NM-kappigini, sum í ár varð spæld í Íslandi, tapti seinasta dystin í kappingini. Mótstøðuliðið var Norðurírland, og úrslitið gjørdist 3-1 til norðurírar. Føroyska málið skoraði Elias El Moustage miðskeiðis í seinna hálvleiki, eftir at Norðurírland var á odda 2-0 í steðginum.
– Vit koma væl frá byrjan í seinna hálvleiki, og spæla okkum til fleiri málmøguleikar. Tað eydnast eisini at minka um munin, men vit skuldu fingið fleiri mál. Hinvegin, so skora teir til 3-1 lítla løtu aftaná vit hava skorað. Tað tók luftina úr okkara spælarum, og vit klára ikki at svara aftur, sigur føroyski venjarin, Thomas Thinggaard, við heimasíðuna hjá FSF.
Noreg vann NM 2018 fyri U17-landslið við dreingjum. Í finaluna vunnu norsku dreingirnir 4-1 á Danmark. Føroyar endaðu nummar 8 í kappingini.
Næsta uppgáva hjá U17-dreingjunum er um mánaðarskifti september-oktober, tá fyrsta undanumfar til EM 2018 verður á skránni í Finnlandi. Mótstøðuliðini tá vera Finnland, Ísland og Russland.
Venjarar, leiðarar og eykaleikarar til dystin ímóti norðurírum – Mynd: Josva Thomsen