Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti næsta dystin í EM-undankappingini í Luksemborg. Mótstøðuliðið var Sveis, og úrslitið gjørdist 3-0
Eftir at hava vunnið 2-0 á Kekkia i fyrsta dystinum í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Luksemborg, skuldi føroyska U17-liðið sunnudagin spæla ímóti Sveis. Men tað var eitt satt ódnarveður, ið okkara dreingir rendu seg í. Úrslitið gjørdist 3-0 til sveisar, sum vóru á odda við tveimum í steðginum.

Í seinna hálvleiki kom føroyska liðið meir við í dystin, og ta einu ferðina var nær við, at Steffan Løkin minkaði um munin, Men langskotið frá unga runavíkinginum brast á tvørtræið.

Sum heild hevði sveisiska liðið tamarhald á dystargondgini, og sigurin kundi eisini verið blivin størri. Í yvirtíðini bríkslaði dómarin fyri brotssparki, men Bárður á Reynatrøð bjargaði meistarliga.

Triðji og seinasti dystur hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum verður mikudagin. Tá verður motstøðuliðið Luksemborg, sum í sínum næsta dysti tapti 2-0 fyri Kekkia.