Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini í Slovenia. Mótstøðuliðið var Turkaland, sum vann dystin 3-0
– Tað er ongantíð gott at tapa, men vit spældu ímóti einum góðum turkiskum liði, sum er komið langt í teirra menning av U17-spælarum. Kortini eri eg sum heild nøgdur við innsatsin hjá okkara dreingjum, sum serliga í seinna hálvleiki reistu seg, og góvu turkum veruliga mótstøðu, sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen stendur á odda fyri U17-landsliðnum við dreingjum.
Hósdagin spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum fyrsta dystin í EM-undankappingini í Slovenia. Umframt Føroyar og vertstjóðin, eru Turkaland og Belgia eisini við í kappingini.
Dysturin byrjaði við einum øgiligum trýsti frá turkum, og fyrstu løtuna sat turkiska liðið á meginpartin av spælinum. Okkara dreingir stríddust væl, og kláraðu eisini at halda turkiska liðnum frá upplagdum málmøguleikum. Men í somu løtu, sum føroyska liðið var við at fóta sær og stríða seg inn í dystin, fekk Turkaland mál, og bara tveir minuttir seinni øktu turkar til 2-0.
Næstu løtuna ernaðust okkara spælarar, og komu nú meir við í dystin. Kortini eydnaðist tað Turkalandi at skora til 3-0, tá vanliga leiktíðin av fyrra hálvleiki var farin.
Í steðginum gjørdu føroysku venjararnir nakrar tillagingar á liðnum, og eisini løgdu teir dent á, at fáa okkara dreingir at trúgva meir uppá egin evnir. Og tað eydnaðist.
Føroyska spælið í seinna halvleikir bleiv munandi betri, samstundis sum okkara gjørdust ágrýtnari og sjálvsálitið vaks. Hetta gjørdi eisini, at okkara dreingir tordu betur at bjóða av og spæla fótbólt, og í løtum var føroyska liðið leikliga omaná, við fleiri vælskipaðum álopum. Men í avgerandi løtum væntaði neyðuga hepni.
Besti spælari á føroyska liðnum var Hannes Argnarsson, ið allan dystin var ein støðug hóttan ímóti turkisku verjuni, og sum í fleiri førum sóu seg noyddar at gera fríspark, fyri at steðga honum.
Í hinum dystinum í kappingini vann Belgia 2-1 á vertunum úr Slovenia.
Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður leygardagin, tá Belgia er mótstøðuliðið.