Tað eydnaðist føroyska U17-landsliðnum við dreingjum at spæla málleysan javnleik í síðsta dystinum í bólkaspælinum, sum var ímóti Svøríki

– Ein fantastiskur innsatsur frá øllum hópinum í dag. Vit hava nú spælt fimm góðar hálvleikir í kappingini, og fáa eisini eitt flott úrslit ímóti Svøríki. Faktiskt eri eg eitt sindur harmur um, at vit ikki vunnu á svium, tí møguleikarnir vóru har, sigur venjarin, Thomas Thinggaard við heimasíðuna hjá FSF.

 

Seinnapartin hósdagin spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum seinasta dystin í bólkaspælinum í árligu NM-kappingini, sum í hesum døgum er í Íslandi. Eftir at hava tapt fyri Danmark og Finnlandi, gekk betur ímóti Svøríki, og úrslitið ímóti svium gjørdist javnleikur 0-0.

 

Í hinum dystinum í bólkinum vann Danmark 4-0 á Finnlandi. Endaliga støðan verður sostatt, at danir endaðu fremst við 9 stigum, Svøríki fekk 4, Finnland 3 og Føroyar 1 stig. Leygardagin eru plaseringsdystir á skránni, og tá skulu føroysku U17-dreingirnir møta Norðurírlandi.

 

– Hesir dreingirnir hava virkuliga reist seg síðani lúsingin ímóti Danmark, og javnleikurin ímóti svium var heilt sikkurt fult uppiborin, sigur Thomas Thinggaard.

 

FØROYAR

1. Bjarti Vitalis Mørk (M), 4. Meinhard D. Geyti, 5. Regin í Geil Jacobsen, 6. Elias El Moustage, 7. Hanus Sørensen, 8. Símun Sólheim, 10. Óli Eyðsteinsson Poulsen (18. Andrass Johansen, 66’), 11. Jóhann Hansson Joensen (9. Leivur F. Guttesen, 58’), 13. Bárður Ó. Jensen, 15. Pætur Eliasen (16. Aleksandur Ó. Jensen, 78’) og 17. Sveinur Lava Olsen (L).

 

Eykaleikarar

12. Peter Bergmann Hansen (M), 2. Petur Ovi Hjaltalin Dam, 3. Sámal Jákup Jóhannusarson og 14. Áki Hentze.