Føroyska U16-landsliðið við dreingjum tapti eisini næsta dystin í menningarkappingini í Slovenia. Vertirnir vóru mótstøðumenninir hesaferð, og úrslitið gjørdist 2-0 til Slovenia

– Eftir málleysan fyrra hálvleik, iðra vit okkum um, at tað ikki eydnaðist at fáa meir burturúr eftir steðgin, sigur Thomas Thinggaard, landsliðsvenjari.

 

Fríggjadagin spældi føroyska U16-landsliðið við dreingjum næsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Bled í Slovenia. Úrslitið gjørdist 2-0 til slovenska liðið.

 

– Eg eri sera væl nøgdur við okkara verjuspæl og eisini haldi eg at tað sær betri út hesaferð, tá vit hava bóltin, í mun til fyrsta dystin, sum var ímóti Litava. Men tíverri bleiv úrslitið ikki betri, sigur Thomas Thinggaard við heimasíðuna hjá FSF.

 

Sunnudagin er triðji og seinasti dystur á skránni, og tá verður spælt ímóti Luksemborg, sum í næsta dystinum vann 2-1 á Litava.

 

 

 

 

 

Myndir: Eli Hentze