Føroyska U16-landsliðið tapti næsta dystin í menningarkappingini í Lettlandi. Mótstøðuliðið var Norðurírland, sum vann 2-0
– Eg eri sjálvandi ongantíð nøgdur við at tapa. Men leikliga avrikið í dag, bæði við og uttan bólt, er góðtikið, sigur Áki Johansen, venjari, eftir 2-0 tapið fyri Norðurírlandi.
U16-dreingirnir fingu annars eina góða byrjan á UEFA menningarkappingina, sum í hesum døgum verður spæld í Riga í Lettlandi. Týsdagin var fyrsti dystur á skránni, og eftir málleysan javnleik og síðani brotssparkskapping, vann føroyska liðið 5-4 á vertunum.
Hósdagin skuldi okkara dreingir so royna seg ímóti Norðurírlandi. Talan gjørdist um ein javnan dyst, við fleiri góðum málmøguleikum til Føroyar. Men norðurírar vildu tað sjálvandi øðrvísi, og longu eftir tíggju minuttir var støðan 2-0 til Norðurírland, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
– Hetta var hamrandi erguligt. Teir skapa nærum ongar møguleikar, samstundis sum vit hava bóltin meir og spæla okkum fram til fleiri kjansir, enntá onkran stóran kjans, sum átti at givið mál, sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen stendur á odda fyri U16-landsliðnum við dreingjum.
Triðji og seinasti dystur í UEFA menningarkappingini í Lettland verður spældur leygardagin, tá mótstøðuliðið er Estland.