Føroyska U16-landsliðið við dreingjum tapti eftir brotssparkskapping seinasta dystin í menningarkappingini í Lettland. Mótstøðuliðið var Estland, sum vann 3-0. Samanlagt gjørdist Føroyar nummar 3 í kappingini
Estland var mótstøðuliðið, tá føroysku U16-dreingirnir spældu seinasta dystin í UEFA menningarkappingini í Lettlandi. Hóast føroyska liðið spældi ein góðan dyst, eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið. Men av tí at úrtøkan hjá estum var tann sama, mátti dysturin tískil avgerast við brotssparkskapping, og har gjørdust estarnir drúgvari.

– Tað gekk ikki hesaferð. Vit hava bóltin nógv í fyrra hálvleiki, munandi meir enn Estland, men skapa mestsum einki. Eftir steðgin komu estar meira við, men framvegis vóru fáar góðar støður frammanfyri málini.

– Í brotssparkskappingini var fortuna ikki við okkum, og vit brendu allar okkara royndir úr ellivu metrum, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari.

U16-landsliðið fekk annars eina góða byrjan uppá kappingina, tá teir, eftir málleysan javnleik ímóti lettisku vertunum, vunnu 5-4 í brotssparkskappingini. Hósdagin tapti Føroyar 2-0 fyri Norðurírlandi, og tapið fyri Estlandi merkir, at føroysku dreingirnir samanlagt endaðu nummar trý í kappingini.

– Vit mugu taka til takkar við triðja plássinum í kappingini, sum alt í alt hevur verið góð fyri okkara viðkomandi. Allir spælararnir hava spælt, allir hava roynt at byrja inni í einum landsdysti, og tað gevur týdningarmiklar royndir til dreingirnar, sigur Áki Johansen.

Nú verður farið undir fyrireikingarnar til NM-kappingina, sum í ár verður hildin í Finnlandi frá 2. til 10. august.