Her ber til at síggja øll málini í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. HB, B36, Víkingur og NSÍ hava spælt seg víðari í kappingini
Í FSF Varpinum hesaferð eru øll málini í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið 2015.

HB og B36 vunnu tá samanumkom sannførandi ímóti Giza/Hoyvík og EB/Streymi, meðan dystirnir ímillum NSÍ og AB, og ÍF og Víking máttu avgerast við brotssparkskappingum.

Lutakast um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum, sum eru á skránni 21. mai og 3. juni, verður í 3-2 komandi mánakvøld.