STEYPAFINALURNAR 2017: Tað vera HB og KÍ sum skulu stríðast um Blaðberasteypið, tá finalan í steypakappingini fyri Dreingir U16 verður spæld á Tórsvølli leygardagin klokkan 16:00
– Vit taptu móti HB fyrr í ár, so vit hava okkurt at hevna. Teir mugu nokk metast at vera ein lítil favorittur, men tó, hava okkara ein góðan dag, vinnur eingin á okkum, sigur Hjalgrím Elttør, ið saman við Petur í Gong stendur á odda fyri U16-liðnum hjá KÍ.
Tað er av álvara lagt upp til eitt veruligt brak á Tórsvølli leygardagin klokkan 16:00, tá finalan um Blaðberasteypið, ið er steypakappingin fyri Dreingir U16, skal spælast. Liðini í finaluni eru HB og KÍ. Enn ein klassikari millum Klaksvíkina og Havnina.
Teir reyðu og svørtu vóru eisini í finaluni í fjør, og tá gjørdist úrslitið ein sannførandi 4-0 sigur til HB ímóti NSÍ. At HB’ararnir aftur vildu í finaluna í ár, var als eingin ivi um, tá kappingarárið 2017 fór í gongd.
– Eitt av okkara málum hetta kappingarárið var at koma í steypafinaluna, og nú hetta málið er rokkið, sigur Jón Simonsen, venjari hjá U16-liðnum við dreingjum hjá HB.
Finalan um Blaðberasteypið verður á Tórsvølli leygardagin 26. august klokkan 16:00. Maðurin við floytuni verður Rani A. Skaalum.
Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið ímillum B36 og NSÍ hevur gingið væl, og á middegi mikudagin vóru umleið 2.200 atgongumerkir seld.
Eisini til landsdystin ímóti Andorra, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 3. september klokkan 17:00, hevur gingið væl at selt, og seinasta talt varð saman, vóru umleið 4.000 atgongumerkir seld.
Atgongumerkir, bæði til steypafinaluna og til landsdystin, kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.