Føroysku úrmælingadómararnir og dómaraeygleiðararnir eru hesa vikuna í Barcelona á fyrireikingarskeið til kappingarárið 2016
Dómararnir og hjálpardómararnir, ið skulu døma bestu deildirnar í ár, eru í hesum døgum í Spania og fyrireika seg kappingarárið 2016.

Nógvar støður, ið eru á video, frá seinasta kappingarárið verða vigaðar, mettar og kjakaðar, og lógir og tulkingar av lógunum verða viðgjørdar og tiknar við. Skeiðið er skipað við framløgum, bólkaarbeiði, samrøðum, kjaki og venjingum.

Fyrrapartin av degnum verður arbeitt í skúlastovu, meðan seinnaparturin er úti á vøllinum. Týsdagin var rennitest á skránni, ein sokallað BIB test (YoYo IR1). 27 dómarar og hjálpardómarar kláraðu krøvini til EFFO-deildina, tveir krøvini til 1.deild, meðan tveir steðgaðu og mugu renna testina umaftur saman við teimum seks, sum ikki runnu vegna skaða ella sjúku.

Fyri at døma í fremstu deildunum í Føroyum skal dómarin klára ávís krøv í rennitest tríggjar ferðir árliga.

Harafturat eru fysiskar, tekniskar og taktiskar venjingar eisini úti á vøllinum.

Tíggju dómaraeygleiðararnir eru eisini við og hava partvís skeið fyri seg sjálvar, umframt saman við dómarunum.

Skeiðsleiðarar eru Lassin Isaksen, Niklas á Líðarenda, Tummas Pauli Olsen og Álvur Hansen.

Kyros Vassares úr Grikkalandi, umboðandi UEFA, undirvísti tann eina dagin við heitinum ”Message from UEFA – Teamwork”. Vassares kom beinleiðis úr Rom í Italia, har hann týskvøldið var dómaraeygleiðari til Champions League dystin millum AS Roma og Real Madrid.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar sunnudagin.