Fríggjadagin fekk vøllurin við Djúpumýru í Klaksvík FIFA 2 Star-góðkenning
Á lítlari samkomu á vøllinum við Djúpumýru fríggjadagin, fekk Klaksvíkar Kommuna handað FIFA 2 Star-góðkenningarskjal av vøllinum.
Í sambandi við at nýtt graslíki varð lagt á vøllin við Djúpumýru í fjør summar, hava almennu fótbóltsmyndugleikarnir – FSF, UEFA og FIFA – fyriskipað eini kanning og góðkenning av vøllinum, har staðfest er, at vøllurin lýkur settar treytir fyri hesi altjóða góðkenning.
Grundað á nevndu kanningar, handaði veitarin av vøllinum, Polytan, Klaksvíkar Kommunu FIFA 2 Star-góðkenningarskjalið á lítlari samkomu á fótbóltsvøllinum fríggjadagin 13. januar.
Umboð fyri Fótbóltssamband Føroya, Klaksvíkar býráð, KÍ, Polytan, Landsbyggifelagið, sum hevur havt eftirlit við arbeiðinum at leggja vøllin, og onnur, vóru til staðar.
Eftir handanina, ið Ásvald Simonsen vegna Polytan stóð fyri, helt Jógvan Skorheim, formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, og Tummas Lervig, formaður í KÍ, røðu. Teir takkaðu fyri gott samstarv, og at málið var sett høgt við at leggja ein FIFA 2 Star-vøll á plenina við Djúpumýru Klaksvík.