Mattias Lamhauge, ið nú spælir fyri FC Fredericia í Danmark, er glaður fyri at vera partur av landsliðnum í nakrar dagar, og hann letur væl at umstøðunum á venjingarleguni í Spania.

FSF Varpið fekk orðið á Mattias aftaná eina av venjingunum, og hann sigur millum annað, at onkrir av hansara nýggju liðfeløgum í Fredericia fara at halda við Føroyum, tá Danmark og Føroyar møtast í venjingardysti á Brøndby Stadion týsdagin í næstu viku.