– Ævintýrið í Kasakstan hevur verið spennandi, men eisini avbjóðandi. Tí er tað ein fantastisk kensla at síggja landsliðsfelagarnar aftur, sigur Jóannes Bjartalíð í samrøðu við FSF Varpið

——————

Í morgin, týsdagin klokkan 16:00 skal manslandsliðið á vøllin aftur, tá bronsudysturin í Baltic Cup er á skránni. Mótstøðuliðið hesaferð er Lettland, sum leygardagin tapti eftir brotssparkskapping ímóti Litava.

Seinnapartin vandi føroyski hópurin á LNK Stadion í Riga, har dysturin móti lettum verður spældur. Eftir venjingina fekk FSF Varpið orðið á Jóannes Bjartalíð, sum dagliga spælir fótbólt í Kasakstan.

Eitt fótbóltsævintýr, ið hevur verið spennandi, men eisini eitt sindur avbjóðandi. Í samrøðuni setir Jóannes millum annað orð á, hvussu tað er at hava ein gerandisdag so langt heimanífrá.