KÍ-miðvallarin, Jákup B. Andreasen er skaddur, og verður tí ikki partur av U21-landsliðnum, sum mánadagin fer til Georgia. Í staðin er Dan í Soylu úr HB boðsendur

Komandi mánadag setir føroyska U21-landsliðið kós ímóti Georgia, har EM-undankappingardystur er á skránni fríggjadagin 23. mars.

 

Fyri lítlari viku síðani kunngjørdi Eli Hentze, landsliðsvenjari hópin, ið skal dystast móti Georgia. Men nú stutt undan fráferð er greitt, at Jákup Biskopstø Andreasen úr KÍ kortini ikki verður við í ferðalagnum. KÍ-miðvallarin er skaddur, og tað verður ikki mett, at hann verður klárur til landsdyst um eina viku.

 

Sum avloysara fyri Jákup B. Andreasen hevur U21-landsliðsvenjarin sent boð eftir Dan í Soylu úr HB. Dan í Soylu er uppvaksin í B71, men hevur seinastu árini spælt fyri AB, EB/Streym og HB.