Gestur í FSF Varpinum hesaferð er runavíkingurin, Christian Høgni Jacobsen. Eftir at hava verið uttanlands í lestrarørindum í seks ár, er fyrrverandi málslúkurin nú aftur í Føroyum

37 ára gamli Christian Høgni Jacobsen hevur roynt mangt og hvat á síni fótbóltsleið. Í fremstu deildini í Føroyum hevur hann spælt fyri NSÍ, HB og B68, og harafturat hevur Christian Høgni eisini spælt fýra Superligadystir fyri Esbjerg.

 

Fyri seks árum síðani mestsum hvarv Christian Høgni Jacobsen úr føroyskum fótbólti. Men eftir at hava verið í Danmark og fingið sær útbúgving sum lærari, er fyrrverandi málslúkurin aftur á klettunum, og roynir nú at vinna sær pláss á besta liðnum hjá NSÍ.

 

Christian Høgni Jacobsen hevur eisini roynt seg á landsliðnum, og frá 2001 til 2010 gjørdist tað til 50 landsdystir og tvey mál fyri Føroyar. Í FSF Varpinum fortelur Christian Høgni um sína fótbóltsleið, sum í nógvar mátar hevur verið sera spennandi.