Tann 1. januar komandi ár fara teir fýra fótbóltsmennararnir hjá FSF til verka. Og nú er greitt, hvørjum feløgum hvør einstakur mennari kemur at hava ábyrgdina av
– Vit eru sjálvandi spent til hetta átakið, ið um stutta tíð fer av bakkastokki. Fyrsta tíðin verður brúkt til at fyrireika arbeiðið saman við mennarunum, og síðani verða fundir við hvørt einstakt felag, har stungið verður út í kortið fyri framtíðina, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Tann 1. januar 2017 fara Eli Hentze, Jógvan Martin Olsen, Øssur Hansen, og danin, Thomas Thinggaard til verka sum fótbóltsmennarar hjá FSF.

Teir fýra koma at hava ábyrgdina av menningini av ungum spælarum í feløgunum kring landið, og nú er greitt, hvørjum felagi hvør einstakur mennari kemur at hava høvuðsábyrgdina av. Tó er eisini møguleiki fyri samstarvi millum feløgini, og samstarvi millum mennararnar.

Ábyrgdarbýtið verður soleiðis
Eli Hentze: 07 Vestur, B36, Giza Hoyvík og MB
Jógvan Martin Olsen: B71, EB/Streymur, HB og KÍ
Thomas Thinggaard: B68, NSÍ, TB og Víkingur
Øssur Hansen: AB, FC Suðuroy, ÍF, Royn og Skála

17 feløg hava meldað til skipanini við fótbóltsmennarum hjá FSF. Fyrsta uppgávan verður, at hvør mennari setir seg í samband við felagið, har avtalað verður, hvussu arbeiðið og samstarvið sum heild verður skipað.

– Vónandi og væntandi verður hetta átakið við til at hækka støðið á venjingunum í feløgunum, ið síðani hevur við sær, at okkara yngru spælarar mennast enn meir. Tó eru vit greiðir yvir – sum við øllum nýggjum átøkum – so fer ein partur av byrjanini við størvunum hjá mennarunum til at finna røttu arbeiðsmannagongdirnar. Men við góðum samstarvi millum feløgini og fótbóltsmennararnar, skal hetta nokk bera á mál, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.