Kl. 17.00 føroyska tíð fara føroysku U19 genturnar á vøllin í fyrsta dystinum í EM-undankappingini
Í dag er ein stórur og spennandi dystardagur hjá U19 landsliðnum við gentum. Eftir drúgvu koronatíðina við avlýsingum í hópatali, skulu genturnar endiliga á vøllin aftur í einum undankappingardysti til EM. Undankappingin verður spæld í Mogilev í Hvítaruslandi komandi vikuna, og Føroyar skulu í fyrsta dystinum spæla ímóti Norðurmakedónia.
Hóast genturnar fingu nógv burtrurúr at spæla venjingardystir í Estlandi í september, so er tað ein onnur uppgáva og avbjóðing, sum bíðar í undankappingini, sigur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
– Eftir eina langa ferð til Hvítaruslands eru vit komin væl upp á pláss, og vit náddu at hava tvær venjingar í gjár. Spælararnir eru raskar og hugsavnaðar til uppgávuna, so nú gleða vit okkum ótrúliga nógv til at sleppa í gongd, sigur hann.
Umframt Norðurmakedónia, eru Føroyar eisini í bólki við Kýpros og vertunum úr Hvítaruslandi. Sum útgangsstøði eru Føroyar styrkismettar í miðjuni saman við Norðurmakedónia, meðan Hvítarusland og Kýprós eru styrkismett ávíkavíst hægst og lægst. Fyri føroysku genturnar ræður fyrst og fremst um at varðveita fokus og taka góða hugburðin frá venjingunum við inn í undankappingina.
– Okkara spælarar eru klárar og tendraðar til uppgávuna, so tað verður spennandi at koma í gongd, sigur Pætur S. Clementsen at enda.
Dysturin millum Føroyar og Norðurmakedónia byrjar kl. 17.00 føroyska tíð, og hann kann stroymast her.