Leikskráin fyri Nations League kappingina hjá kvinnum í heyst er nú løgd
Týsdagin varð lutakastið til fyrstu Nations League kappingina fyri kvinnur avgreitt við tí úrsliti, at Føroyar komu í bólk C3 saman við Aserbadjan, Mentenegro og Kyprós.
UEFA hevur nú lagt leikskránna til rættis, og sostatt er greitt, hvussu dystarskráin hjá kvinnulandsliðnum í heyst sær út.
Fríggjadagin 22. september: Føroyar – Montenegro
Týsdagin 26. september: Kyprós – Føroyar
Fríggjadagin 27. oktober: Føroyar – Aserbadjan
Týsdagin 31. oktober: Føroyar – Kyprós
Fríggjadagin 1. desember: Montenegro – Føroyar
Týsdagin 5. desember: Aserbadjan – Føroyar